- Trygdarskeiðið og Heilsuskipanin verða nevniliga av fleiri mett sum pengamaskinur hjá útbjóðarunum, uttan at innihaldið stendur í mát við góðsku og prís.
Orðini eigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, og eru tey úr ársfrágreiðing hansara á landsfundinum hjá Føroya Fiskimannafelag.
Jan Højgaard vísir á, at nógvir fiskimenn halda, at skipanin við trygdarskeiðið eigur at vera broytt, tí at í veruleikanum er einans talan um eitt trygdarskeið á pappírinum.
Jan Højgaard er ónøgdur við, at gjaldið fyri trygdarskeiðið varð hækkað, tí tað gamla gjaldið var mett at vera kappingaravlagandi.
- Hví velur man við vælsignilsi frá politiska myndugleikanum henda bólk út at kappast um at hála pening burtur úr? Eg skilji tað ikki, sigur Jan Højgaard.
- Tað kann so ikki vera rætt, at ein umsiting ger lóg, ið bert hevur til endamáls at fylla í lummarnar hjá spekulantum - og í hesum føri úr lommunum á fiskimonnum. Sum tað er nú, so tykist tað, at trygdarskeiðið er gjørt fyri tey, ið selja tað, og ikki fyri manningarnar umborð á skipunum. Heilsuváttanin er eisini lummapengar til læknan og ikki til gagns fyri fiskimannin, sigur Jan Højgaard.
Hann fýlist tí á, at heldur enn at rætta hesar skeivleikar, tykjast myndugleikarnir fara heilt í hina grøvina, tá teir leingja trygdarskeiðið heilt upp í tríggjar vikur.
- Verður tað ikki broytt, verður avleiðingin heilt vist, at skip mugu liggja ómannað við bryggju, sigur hann.