Trygdarskeið forðar rekruttering

Axel Hansen: nevndarlimur i Føroya Fiskimannafelag
----
Tað er upp á tíðina, at mynd­ug­leikarnir, í hes­um føri Jo­han Dahl, vinn­u­mál­a­ráð­harri, fara at endu­r­skoða krøv­­ini um útbúgving av sjó­­fólki og gera undantak í krøv­­unum um trygdarskeið, tí sum krøvini eru nú, steðg­ar øll rekrutteringin til fisk­i­flot­an upp.
Í dag er tað eitt ó­frá­vík­i­ligt krav, at ein og hvør, sum mynstrar við einum fisk­i­skipi, hevur verið á góð­kend­um trygdarskeiði.
Eitt slíkt skeið kostar fleiri túsund krónur, og tað tek­­ur 2-4 dagar at taka, alt eft­ir hvar tað verður tikið.
Tað er sjálvsagt, at hetta krav­ið fær nógv at setast aft­ur, sum annars fegin høvdu vilj­að roynt sjólívið. Tað er so javn­an, at vit hoyra tey ungu siga, at tey fegin høvdu vilj­að sloppið til skips fyri at vita, um sjólívið er nakað fyri tey, um tað bara ikki var so nógv roks og dýrt at sleppa um­borð.
Støðan í dag er hon, at miðal­aldurin á mann­ing­u­num umborð á teimum før­oysku fiskiskipunum er støð­ugt vaksandi, og gramm­leik­in at sleppa umborð er mink­að­ur nógv, serliga hjá ungum fólki. Og tað gongst støðugt verri at finna avloysarar, um ein mað­ur onkuntíð ætlar at taka sær ein frítúr.
Henda áheitanin á lands­stýr­is­mannin skal ikki mis­skilj­ast soleiðis, at eg vil slaka upp á trygdarkrøvini ge­n­e­­relt umborð á føroysku fisk­i­­skip­u­num. Tað er als ikki tað, tal­an er um, tí trygdin skal sjálv­sagt raðfestast sera høgt.
Men tað fer neyvan nak­að av trygdini, um eitt fólk í eini stórari skips­mann­ing onkuntíð slepp­ur at mynstra uttan at hava tikið trygdar­skeið. Und­an­tøk verða eisini gjørd framm­an­­und­­an, eitt nú sleppa skúla­næm­ingar í starvs­venj­ing við fiski­skip­um, utt­an at tey verða kravd á trygd­ar­skeið fyrst.
Tað snýr seg bara um at laga reglurnar soleiðis, at tað skal bera til at mynstra ein­ar tvær-tríggjar ferðir við ein­um fiskiskipi, áðrenn kravið um trygdarskeið fær gildi.
Hetta eigur og skal bera til í eini fiskivinnutjóð sum okk­ara. Tað einasta, ið krevst, er, at Johan Dahl ger eina lítla broyt­ing av kunngerðini, sum fyriskrivar reglurnar um trygd­ar­skeið (kunngerð nr. 20 frá 22. apríl 2010 um sjó­vinn­u­brøv og førleikakrøv til mann­ing við skipum).