Amerikanski trygdarráðgevin, Jake Sullivan, er í dag á vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.
Her lovar ráðgevin, at amerikanski stuðulin til Ukraina fer at halda fram.
Ein stórur hjálparpakki ti Ukraina er steðgaður í amerikansku kongressini.
Men, Jake Sullivan, sigur seg trúgva, at hjálparpakkin at enda verður samtyktur.
- Úr okkara sjónarhorni trúgva vit, at vit fara at fáa undirtøku fyri pakkanum.
Við tíðindamiðlar í Kyiv leggur trygdarráðgevin aftrat, at USA skal syrgja fyri at fáa hesa hjálpina til Ukraina
Tað er tíðindastovan, NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.











