ST-trygdarráðið fer í kvøld at umrøða tilburðin, tá Norðurkorea skeyt meiri enn 100 granatir eftir einari suðurkoreanskari oyggj í nátt. Øll stórveldini, teirra millum USA og Kina, hava fordømt noðurkoreanska atburðin, og tað sama hava Japan og flestu lond í Vesturheiminum gjørt.
Londini hava samstundis biðið Norðurkorea koma aftur til samráðingarborðið at tosa um landsins kjarnorkuætlanir.
Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, segði í dag, at tilburðurin í nátt er sera vandamikil, og at allir partar mugu forða fyri, at spenningurin ikki verður størri, enn hann longu er.
Suðurkoreanskan herleiðslan sigur, at tveir suðurkoreanskir hermenn doyðu í norðurkoreanska granatálopinum.