Trygdarmiðstøð og sjómansskúli í Klaksvík nýtt navn

Nú Trygdarmiðstøðin í Klaksvík er liðugt útbygd, hevur landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, gjørt av, at Trygdarmiðstøðin og Klaksvíkar Sjómansskúli, sum húsast í nýggju hølunum, fáa felags heitið.

Og tað felags heitið er: Sjónám.

Tað var í 2008, at Fiskimálaráðið fór undir at byggja nýggja Trygdarmiðstøð í Klaksvík.

Mentamálaráðið hevur, meðan bygt hevur verið, fingið ábyrgdina av Trygdarmiðstøðini. Í tí sambandi var gjørt av at leggja virksemið hjá Klaksvíkar Sjómansskúla í sama bygning, fyri at savna útbúgvingarumhvørvið til sjóvinnuna, sum er í Klaksvík.

Tilsamans er íløgan 29,2 milliónir krónur.

Í bygninginum eru tríggjar smærri og tríggjar størri skúlastovur umframt venjingarhylur, ið er góðar 10 metrar breiður og 4 metrar djúpur.

Á Sjónámi ganga í løtuni ein sjóvinnuflokkur og ein skiparaflokkur. Harumframt verða lógarkravd skeið fyri sjófólk í fiskivinnuni og frálandavinnuni hildin á Sjónámi. Talan er um lógarkravd trygdarskeið, MOB-skeið, bátaføraraskeið og HUET-skeið, sum nú eisini verða uppstigað til OBST-skeið.

Fríggjadagin 9. november verður opið hús fyri almenninginum frá klokkan 14 – 16 har høvi verður at síggja bygningin, og venjingarhylurin verður eisini royndur.