?Trygdarmiðstøðini í Klaksvík er nú liðug umvæld, og varð tí boðið til móttøku í snotiligu hølunum millum frá kl. 14 16 í gjár. Høvi varð at síggja bygningin, undirvísingarhøli og venjingarhylin við eini eftirgjørdari tyrlu í.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaðurin í mentamálum, hevur gjørt av, at Trygdarmiðstøðin og Klaksvíkar Sjómansskúli, sum húsast í hesum nýggju hølunum, skulu fáa felags heitið: Sjónám.
Fiskimálaráðið keypti bygningin í 2008 og fór undir at byggja um til ta nýtslu, sum nú skal vera í hesum hølum á Faktorsvegi 14 í Klaksvík.
Bygningurin varð keyptur fyri 12 milliónir krónur, venjingarhylur gjørdur fyri 8 milliónir krónur, meðan restin av samlaða íløguni á 29,2 milliónir krónur er nýtt til umvæling og nýbygging av uppihalds- og undirvísingarhølunum.
Á Sjónámi ganga í løtuni ein sjóvinnuflokkur og ein skiparaflokkur. Átta lærarar eru knýttir at undirvísingi, og í næstum verður onkur settur afturat.
Eisini verða hildin lógarkravd skeið fyri sjófólki í fiskivinnuni og frálandavinnuni á Sjónámi - MOB-skeið, bátaføraraskeið og HUET-skeið, og OBST-skeið.
Væl av fólki høvdu leitað sær til hetta spennandi og øðrvísi undirvísingarstaðið, sum liggur ógvuliga væl hóskandi heilt niðri við sjóvarmálan við Kósini, bedingini og vágni annars sum útsýni.
(Myndirnar tók Dávur Winther