Eitt flogflar hjá Icelandair noyddist at trygdarlenda á flogvøllinum í Keflavík um tíggjutíðina í gjárkvøldið. Flogfarið mátti trygdarlenda, tí tá tað var farið á flog, varnaðist manningin, at eitt av dekkunum har afturi var farið.
Trygdarlendingin gekk væl. 191 fólk vóru í flogfarinum, og tey fingu tilboð um hjálp aftaná.
Morgunblaðið skrivar, at tilbúgvingin á flogvøllinum var á 2. stigi í sambandi við trygdarlendingina. Tað ber millum annað í sær, at løgreglubilar, sjúkrabilar, sløkkiliðsbilar, bjargingarlið og vaktartænastan verða boðsend.










