Trygdarløgreglan hevur vakmyndir

- Eftir tí, sum vit vita, er einki, sum knýtir sambúgvan til eldásetingina seinastu sunnunátt, sigur verjin.

 

Í loyndum hevur norska trygdarløgreglan (PST) sett upp vakmyndatól í grannalagnum hjá løgmálaráðharranum, Tor Mikkel Wara, og hevur soleiðis tryggjað sær prógv í revsimálinum móti sambúgva hansara, Lailu Anitu Bertheussen.

 

Hon er nú skuldsett fyri sjálv at hava sett eld á bilin, sum stóð í túninum hjá teimum í Oslo, meðan maðurin og løgmálaráðharrin var á einari privatari fótbóltsferð í Liverpool seinasta vikuskiftið.

 

Sambært upplýsingum, sum VG sigur seg hava, er talan um týdningarmiklar vakmyndir, sum skapa grundarlagið fyri illgrunanum móti sambúgvanum hjá løgmalaráðharranum.

 

VG veit at siga, at hvørki løgmálaráðharrin ella sambúgvi hansara, Laila Anita Bertheussen, vóru vitandi um vakmyndatólið. Kanningarfólk hjá trygdarløgregluni hyggja nú gjølliga eftir, hvat er á vakmyndunum, og hvat ikki er.

 

PST handtók Lailu Anitu Bertheussen í heiminum í Oslo hósdagin og skuldsettu hana fyri ”… at hava gjørt okkurt, sum vekir illgruna, og at ein revsiverd handling er framd, uttan at hon er tað…”

 

Leiðarin hjá PST, Benedicte Bjørnland, segði í gjár, at skuldsetingin fevnir um eldin náttina til sunnudagin hin 10. mars, tá eldur kom í bilin hjá familjuni í túninum hjá teimum í Oslo.

 

- Skuldsetta er undir illgruna fyri sjálv at hava sett eld í bilin og fyri at hava givið ta ábending, at eldurin varð ásettur av einum ella fleiri brotsmonnum, sigur PST-leiðarin.

 

Trygdarløgreglan (PST) sær eldin í bilinum í einum samanhangi við annan ágang og hóttanir, sum løgmálaráðharranum hevur verið fyri vegna hansara støðu til innflytarar, men fyribils er Laila Anita Bertheussen bert skuldsett í hesum eina málinum, sum er eldáseting.

 

VG hevur spurt verjan hjá sambúgvanum, John Christian Elden, um hann hevur kunnleika til, at trygdarløgreglan í loyndum hevur sett upp vakmyndatól hjá einum granna.

 

- PST hevur fulla eftiransing yvir alt, sum løgmálaráðharrin og hansara familja gera. Hetta hevur verið teirra tryggleiki og marra í gerandisdegnum. Men, eftir tí, sum vit vita, er einki her, sum knýtir sambúgvan til eldásetingina, sigur verjin.