Trygdarkrøvini til nýggj bilmodell eru munandi herd frá 2009 at rokna. Frá 2009 at rokna fær einki nýtt bilmodell tær sera týðandi fimm stjørnurnar frá EuroNCAP krasj-testunum, uttan at bilurin hevur elektroniska stabilitetskipanina ESC sum standard.
Trygdarkrøvini til nýggjar bilar verða herd alla tíðina, so hvørt sum nýggj tøkni kemur í bilarnar.
Arbeitt verður í løtuni við at bilarnir í nærmastu framtíð eisini skulu vera fótgangaratryggir og hava trygd til børn á baksetrinum eins og vernd móti whiplash, ella koyrilsbresti, fyri at fáa fimm stjørnur.
Euro NCAP stendur fyri ?European New Car Assessment Programme? stytt Euro NCAP.
Tað var miðskeiðis í 90-árunum at fremstu bileigarafelagsskapir í Evropa tóku seg saman at stovna EuroNCAP.