Trygdarholið í Internet Explorer er typt

Microsoft hevur nú typt trygdarholið í netbrowsaranum, Internet Explorer

Tað skrivar Politiken.

Fyrr í vikuni varð annars ávarað ímóti at brúka Internet Explorer, tí eitt brek í skipanini gjørdi tað lættari hjá teldusníkum at bróta inn á teldurnar og fáa upplýsingar við sær.

Men nú hevur Microsoft gjørt eina rætting, sum tað ber til hjá hvørjum einstøkum brúkara at leggja inn á telduna og so er trupulleikin loystur, sigur Politiken.

Men í dag skuldi rættingin eisini verið við í sjálvvirkandi dagføringini hjá Windows.

Annars kann rættingin fáa hiðani:

support.microsoft.com/kb/2757760