Trygdarbeltið er ein avbjóðing

Hóast lógin hevur verið í gildi í 28 ár, so er tað framvegis ein avbjóðing at fáa fólk at nýta trygdarbeltið

 

Tað sigur Brynhild Høgnadóttir, stjóri á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, har tey komandi vikurnar gera nýtt átak fyri at minna fólk á lívbjargandi beltið.

 

Hesa ferð verður tað við luttøku av fýra Effo-deildarliðum, at átakið verður framt, og Brynhild Høgnadóttir vónar, at hetta av álvara kann vera við til at seta fokus á átakið.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini hoyrist tað, sum Brynhild Høgnadóttir segði við Rás2 í dag.