Átakið verður gjørt í samstarvi við Landsverk, kommunur kring landið og ikki minst politiið, sum næstu tvær vikurnar fer at gera serligt burtur úr at steðga bilum.
Fyri at kanna, hvussu stendur til við trygdarbeltinum, hevur Ferðslutrygd gjørt teljingar kring landið. Teljingin vísir, at vit nýta trygdarbelti minni enn fólk í grannalondum okkara. Serliga skakandi er, at so fá børn sita í tyrygdarbelti.
Nakrar staðfestingar:
Trygdarbelti verður mest nýtt í høvuðsstaðarøkinum
Trygdarbelti verður minst nýtt í Klaksvík og á Tvøroyri, har minni enn triðingurin av bilførarunum eru íbundnir.
Í Klaksvík er bara fimta hvørt barn í trygdarbelti
Í Klaksvík er einki vaksið ferðafólk aftan í trygdarbelti
Bilførarar í arbeiðsbilum brúka trygdarbeltið minni enn teir í persónbilum, undantikið í Miðvági, sum hevur øðrvísi mynstur enn hini støðini.
Í mun til hini økini uttanfyri høvuðsstaðin, er nýtslan av trygdarbelti hjá børnum í Miðvági stór.
Um teljingarnar
Talt varð týsdagin 17. mai á hesum støðum: Tórshavn, Runavík, Miðvágur, Tvøroyri, Klaksvík og við landsvegin á Hvítanesi í Suðurstreymoy. Talt varð tvær ferðir ein tíma: frá kl. 7.45 til 8.45 og frá kl. 15 til kl. 16. Í talvuni omanfyri, eru tølini, sum eru gjørdar um morgunin og seinnapartin løgd saman. Tað eru annars nakað fleiri ið nýta trygdarbelti um morgunin, enn um kvøldið. At enda kann verða nevnt, at við tað, at teljing á landsvegi bert var í einum staði, nevniliga í høvuðsstaðarøkinum norðan fyri rundkoyringina á Hvítanesi, er ikki møguligt í hesum umfari at síggja, um atburðurin á landsvegi aðrastaðni í landinum er øðrvísi.
Tá ið átakið er liðugt fyrst í juni, verður nýtslan av trygdarbelti aftur kannað.