- Tað er einki at ivast í, at trygdarbeltini eiga lívið í teimum ungu í bilinum. Dóttur mín hevði bara trygdarbeltið um búkin, og tískil hevur hon brotið ryggin. Hini í bilinum hava tíbetur einki brotið, men hava ilt í rygginum, knøunum og halabeininum. Men hvat hevði hent, um tey ikki vóru íbundin, tori eg næstan ikki at hugsa um, sigur Annika í Dali, mamma at 13 ára gomlu Bryndis í Dali, sum sat mitt aftanfyri í bilunum.
Fríggjakvøldið klokkan hálvgum átta fóru fimm ungdómar biltúr til Kollafjarðar. Tey keddu seg í Havn, tí flest øll hini vinfólkini vóru á G! festivali í Gøtu.
Tey koyrdu eftir Oyggjarvegnum, tí tey hildu Kollafjarðartunnilin var stongdur vegna vegarbeiði. Á Oyggjarvegnum var ógvuliga tjúkt í mjørka, og tí koyrdi 21 ára gamli bilførarin við varsemi, og øll í bilinum spentu trygdarbeltið um miðjuna.
Tá tey komu niðan á fjallið og skuldu venda oman móti Statoilstøðini í Kollafjarðardali, steðgaði bilførarin fyri einum seyði á vegnum. Bilførarin, sum koyrdi aftanfyri, sá ikki, at bilurin frammanfyri steðgaði, og rendi við fullari ferð inn í bilin hjá ungdómunum. So fór bilurin við nógvari ferð inn í bilverjuna og síðani fleiri metrar niðanav:
- Hevði bilurin flutt seg minni enn hálvan metur afturat, hevði hann dottið niður í eina djúpa holu, sigur Árna Helmsdal, mamma at 13 ára gomlu Bjartu Helmsdal, sum sat aftanfyri í bilinum.
Einki hendi við bilinum ella bilføraranum, sum rendi á, men ungdómarnir í árenda bilinum vórðu flutt við sjúkrabili á Landssjúkrahúsið í skundi. Serliga var tann eina gentan, sum sat mitt aftanfyri í bilinum, illa fyri:
- Vit fingu bara smáar bitar av søguni at vita í senn. So at byrja við helt eg bara, at eg skuldi út á skaðastovuna eftir dóttrini. Men tá eg so kom út á Landssjúkrahúsið, sá eg, at verri var statt, sigur Annika í Dali.
- Í gjár fingu vit síðan at vita, at hon hevði fingið heilaskjálvta, brotið ryggin og noyðist at liggja í korsett í tríggjar mánaðir. Enn vita vit ikki, hvørja ávirkan hetta fer at hava á hana, men tíbetur hava vit fingið at vita, at hon ikki verður lamin, sigur Annika í Dali at enda.










