Trygdararbeiði í Vágatunnlinum

Kunning frá Vágatunnlinum


 

Vágatunnilin p/f

Dávid Reinert Hansen stjóri



Fyrilit fyri heilsu, trygd og umhvørvi viðkemur okkum øllum

Trygleiki í gerandisdegnum er umráðandi á øllum økjum. Trygleiki tá ið vit arbeiða og tá ið vit ferðast er sera týdningarmikil. Øll hava vit tørv á, at umhvørvið vit ferðast í er trygt.

Tað er umráðandi fyri øll, sum koma at ferðast ígjøgnum Vágatunnilin, at hann er tryggur, og tað er eisini umráðandi fyri okkum, ið hava okkara dagliga arbeiði har, nú meðan hann verður bygdur. Tað liggur í tíðini, at vit í alt størri mun geva okkum far um trygdina. Vit hugsa um ferðslutrygdina, um trygdina hjá børnum okkara, og um at hava tryggar umstøður, tá ið vit gerast eldri.

Vit arbeiða støðugt fyri, at Vágatunnilin skal vera tryggur

Síðani fyrireikingin av Vágatunnlinum byrjaði aftur, hava vit javnan havt samband við myndugleikarnar, eitt nú Løgregluna og Arbeiðseftirlitið, og kunnað hesar um verkætlanina og umrøtt trygdarviðurskiftini og hvussu trygdararbeiðið verður skipað.

At fyribyrgja er lættari enn at grøða. Tí verður dentur lagdur á fyribyrgjandi arbeiði, eins og tað javnt og samt verður arbeitt við trygdini. Á byggifundi, ið er aðru hvørja viku, er »Heilsa, trygd og umhvørvi« fyrsta mál á skránni. Hvønn mánaða er serstakur trygdarfundur, har farið verður runt á byggiplássinum fyri at kanna um øll trygdartiltøk eru í lagi og um allar trygdarreglur verða fylgdar.

Ein tilbúgvingarætlan er gjørd fyri arbeiðsplássið, ið lýsir hvørjir vandarnir eru og hvat gerast skal, fyri at fyribyrgja hesar. Somuleiðis er greitt frá hvat skal gerast, um vandastøða verður. Tilbúgvingarætlanin er viðgjørd saman við løgreglu, sløkkiliðum og ambulansutænastu, ið eisini hava vitjað á byggiplássinum, so teir kunnu vera væl kunnaðir um umstøðurnar har, skuldi hjálp teirra gjørst neyðug. Ætlanin verður javnan dagførd, so hon svarar til umstøðurnar, so hvørt sum tær broytast. Næsta dagføring verður liðug nú fyrst í februar.

Tað verður framhaldandi arbeitt fyri at tunnilin skal vera tryggur.

Á byggifundi beint fyri jól var avgjørt, at vit saman við myndugleikunum skuldu fara at kanna hvør serstøk trygdarútgerð kann vera neyðug, meðan tunnilin verður bygdur og tá ið ferðsla er í honum, og hvør lutur okkara skal vera, í at fáa hana til vega.

Nú í vár verður farið undir at gera ætlan fyri tilbúgvingina, ið skal vera, tá ið tunnilin er latin upp fyri ferðslu. Hetta arbeiðið verður gjørt saman við landsmyndugleikum og lokalum myndugleikum, og skal eftir ætlan vera komið væl á leið innan september í ár.

Ætlanin fyri sjálvan tunnilin er gjørd, so hann lýkur krøvini í norsku tunnilsreglunum. Ein partur av reglunum snýr seg um trygdarútgerð í tunnlinum, ið m.a. fevnir um neyðtelefonir, eldsløkkjarar, skelti og samskiftisútgerð.

Í tunnlinum verða viftur, ið halda tunnilin reinan fyri gass frá bilunum. Styrkin á viftunum er ásett, so tær har umframt eisini kunnu trýsta roykin frá eldi í einum persónbili burtur, so hjálparfólk kann sleppa fram at.

Vit fara framyvir at fylgja við í teimum broytingum, sum vegna nýggjastu royndirnar, koma í tunnilsreglunum. Út frá hesum verður støða tikin til dagføring av útgerðini, so at tunnilin til eina og hvørja tíð er tryggur.