Trygdarútgerð uttan trygdarbeltir

Tað er vorðin ein kapping millum bilverksmiðjurnar um at gera bilarnar so tryggar sum gjørligt, men um tey ferðandi í bilunum ikki sita í trygdarbeltum, er trygdarútgerðin til lítla nyttu

Um vit sammeta nýggjar bilar, sum koma á marknaðin í dag, við teir sum komu fyri 20-30 árum síðan, kunnu teir als ikki samanberast hvat trygdarútgerð viðvíkur. Hvørja ferð at ein nýggjur bilur kemur á marknaðin við onkrari nýggjari trygdarútgerð, verður tað viðmerkt av motorjournalistum, sum royndarkoyra bilarnar. Um so næsti nýggi bilur sum verður royndarkoyrdur ikki hevur hesa útgerð, verður tað roknað sum eitt minus. Hetta ger, at bilverksmiðjurnar alla tíðina verða noyddar at hava nýggjastu trygdarútgerðina í teirra bilum. Serliga tá bilarnir verða krasj-testaðir hjá EuroNCAP, har bilarnir fáa upp til fimm stjørnur, um teir klára allar tær krevjandi krasj-testirnar frá øllum síðum, og um teir hava t.d. alarm, sum sigur frá, um tey ferðandi ikki brúka síni trygdarbeltir.

Trygdarútgerð uttan trygdarbelti

Flestu bilarnir hava airbag framman, í síðunum, niður úr loftinum og nú eisini til knøini. Sjálv kabinan í bilunum er sum eitt trygdarbúr, t.v.s. at um bilurin kemur út fyri einum álvarsligum skaða, skal bilførarin og tey ferðandi í bilinum fáa minst møguligan skaða. Øll hendan trygdarútgerðin er til fyri at verja tey sum sita í bilinum. Men verjan og trygdin hjá bilføraranum og teimum ferðandi í bilinum, er treytað av at tey brúka síni trygdarbeltir, annars er øll trygdarútgerðin til lítla nyttu. Vit hava sæð tað so mangan, at bilar, sum hava verið við í álvarsligum ferðsluvanlukkum, har tey ferðandi í bilinum hava fingið stóran skaða ella eru deyð, ikki eru so illa farnir har sum fólkini hava sitið. Orsøkin er at bilarnir eru gjørdir soleiðis at teir geva eftir aftan og framman, meðan kabinan ofta er púra heil. Tað vil siga, at um tey ferðandi í bilinum høvdu brúkt síni trygdarbeltir, hevði støðan verið ein heilt onnur.
Í einum heitum og góðum bili er so lætt at undirmeta ta álvarsomu hóttandi styrki, sum tann nógva ferðin ber í sær. Um vit sammeta megina í einum samanbresti við 50 km/t, so samsvarar hon við at ein persónur dettur av 3. hædd í einum húsum og niður á asfaltið. Vit mugu øtast - bert við hugsanina. Hendan "fallstyrkin" verður fleiri ferðir størri, tá ferðin veksur. Tó eru tað mong sum tora at koyra við ongum trygdarbelti. Vit kunnu í hesum viðfangi nevna, at nágreiniligar vitskapligar kanningar eisini hava staðfest, at avleiðingarnar av eini ferðsluvanlukku verða helvtina minni hjá teimum sum brúka síni trygdarbeltir.