Fáar tímar aftaná, at Tryggingarfelagið boðaði frá sínari príslækking uppá 20 prosent, kom Trygd út við einari príslækking, sum eisini er uppá 20 prosent.
Janus Thomsen, stjóri í Trygd undirstrikar, at tey hjá Trygd koma ikki við príslækkingini, tí Tryggingarfelagið kom við sínari príslækking fyrr í dag. Tey høvdu komið við einari príslækking óannsæð.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra Janus Thomsen, stjóra í Trygd greiða frá hví tey komu við sínari príslækking.









