Hósdagin handaðu umboð fyri »Kiwanis Tórshavn« bátin sum varð lutaður burtur á ólavsøku. Hesaferð varð tað tryggingarfelagið Trygd sum vann bátin, og øll starvsfólkini tóku ímóti vinninginum.
Talan er um eitt stórt fýramannafar, sum bátabyggjarin Terji Jacobsen í Kollafirði hevur bygt. Báturin hevur eitt søluvirði upp á 45.000 krónur.
Stjórin á Trygd, Niels Juel Arge, sigur, at hann vegna felagið keypti nakar seðlar, og ein av hesum var vinnaraseðilin. Hann sigur, at støða er enn ikki tikin til, hvat teir koma at gera við bátin, sum teir vunnu júst nú teir fara at hátíðarhalda 75 ára føðingardagin hjá Trygd.
Kiwanis er ein altjóða felagsskapur av sjálvbodnum, ið stuðlar teimum sum tørva hjálp - serliga børnum. Her hjá okkum hjálpir felagsskapurin børnum í føroyska samfelagnum.