Nýggja felagið í fyrstu deild hjá monnum hevur fingið nýggjan høvuðsstuðul. Skála skrivaði í seinastu viku undir sáttmála við tryggingarfelagið Trygd. Avtalan er galdandi í kappingarárinum 2002.
Hetta er fyrstu ferð í 37 ára longu søgu felagsins, at Skála roynir seg í fremstu mansdeildini. Tá liðið vann sær uppflyting seinasta ár, skrivaði felagið sostatt søgu.
Skála hevur brynjað seg út við trimum nýggjum spælarum og nýggjum venjara. Hetta skal styrkja liðið somikið, at tað megnar at varðveita sessin í 1. deild.
Væl nøgdur
Christian C. Nielsen, stjóri í Trygd, er væl nøgdur við avtaluna, sum feløgini hava gjørt. Hann sigur, at tey bæði feløgini minna ikki sørt um hvørt annað.
Bæði eru gomul í garði, men økið, tey eru á í dag, er ókent land. Trygd er eitt gamalt felag, men tað er ikki fyrr enn seinastu árini, at tað er farið at tekna tryggingar. Skála er skjótt 37 ára gamalt, men hevur ikki verið í 1. deild áður.
Á Skála fegnast tey eisini um avtaluna. Hon er við til at leggja lunnar undir raksturin av felagnum, og hann er nógv broyttur, síðan felagið flutti upp.
? Tað skal meira til at fáa endarnar at røkka saman, nú vit eru við í 1. deild, og tí hevur henda avtalan stóran týdning, sigur Kurt Rasmussen, formaður í Skála.
Styrkt lið
Nýggjur venjari verður Mathias Davidsen úr Runavík. Hann hevur áður verið venjari hjá ungdómslandsliðum hjá Føroyum. Hetta er tó fyrstu ferð, at hann roynir seg sum høvuðsvenjara hjá einum 1. deildar felagi. At hjálpa sær hevur hann fingið skálamannin Hans Jákup Andreasen, ið verður hjálparvenjari.
Tríggir nýggir leikarar verða eisini at síggja í appelsingulu troyggjuni komandi kappingarár. Teir eru Dánjal Hansen, ið kemur úr NSÍ, Kári Nielsen, sum hevur spælt við B71, og Áki Petersen, sum áður hevur spælt við ÍF.
Tríggir ungir leikarar, sum helst verða nógv at síggja á liðnum hjá Skála.
Leikararnir eru farnir at venja til komandi kappingarár, og á Skála hava tey góðar vónir. Tó verður ásannað, at fremsta uppgávan hjá felagnum verður at varðveita plássið í bestu deildini.










