Trygd stuðlar eisini

?

Christian C. Nielsen, stjóri á Trygd, sigur, at felagið longu hevur tosað við Koyrilærarafelagið um koyribreytina, og at Trygd í hesum sambandi hevur gjørt vart við, at ein koyribreyt eisini eigur at vera til teirra, ið longu hava koyrikort.


? Tað er týdningarmikið, at øll fara á breytina við jøvnum millumbilum, sigur Nielsen, stjóri.


Stjórin á Trygd veitir trygd fyri, at teirra felag fer at vísa eins stóra vælvild og kappingarneytin. Ætlandi fer Trygd eisini við jøvnum millumbilum at bjóða viðskiftafólki sínum ókeypis koyriskeið á breytini, verður hon verunleiki.


Christian C. Nielsen ger vart við, at Trygd stuðlar Ráðum fyri Ferðalutrygd á sama hátt sum kappingarneytin.