Trygd
Føroya Sjómansskúli skipar saman við Skipaeftirlitinum fyri skeiði um trygd á sjónum. Skeiðið verður hildið á Sjómansskúlanum fríggjadagin 15 november.
Í tíðindskrivi siga fyrireikararnir, at trygd á sjónum er ógvuliga stórt evni og fevnir víða. Stórur partur av undirvísingni á Sjómansskúlanum snýr seg um trygd á sjónum, verður sagt. Nevndar verða lærugreinar sum siglingarfrøði, skipstøkni, skipsfyrisiting, sjórættur, sjóreglur, GMDSS umframt fleiri aðrar. So eyðsæð er, at nógv er at taka í, tá talan er um trygdina.
Nevnt verður, at altjóða stovnar, sum eitt nú IMO, skriva eina rúgvu av reglugerðum og viðtøkum, sum fylgjast skulu, og tað krevur sín mann at seta seg inn í alt hetta.
Nevndir verða eisini í tíðindaskrivinum føroyskir og norðurlendskir stovnar, sum arbeiða við trygd á sjónum meira ella minni burturav. Eitt nú okkara egna sjóvinnufyrisiting, fiskiveiðieftirlitið, MRCC og Skipaeftirlitið.
Sum skilst er evnið ógvuliga rúgvusmikið, og tí er gjørt av at hava ein temadag um trygd á sjónum burturav. Ætlanin er so framhaldandi at gera hendan dag til fastan tátt, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivinum.
Temadagurin í ár er líkasum á byrjunarstigi, og tí eru tíð og evni eitt sindur avmarkað.
Evnini verða hesi: Trygd á sjónum í politiskum høpi, medesinkistukunngerðin, arbeiðsumhvørvi, GMDSS-skipanin umframt okkurt aktuelt evni.