Trygd á sjógvi og landi verður framvegis hvør sítt

Fyribils fáa vit ikki ein trygdarstovn, sum skal bøta um trygdina á arbeiðsplássum á landi, og umborð á skipum

 

Tað einasta rætta er at stovna ein arbeiðstrygdarstovn, sum skal hava eftirlit við trygdini á arbeiðsplássum á landi, og við trygdini umborð á skipum.

 

Tað halda tey bæði løgtingsfólkini, Sonja Jógvansdóttir og Ingolf S. Olsen.

 

Tey halda, at trygdin umborð á skipum er ikki nøktandi, samstundis sum at skipsdekkið er vandamiklasta arbeiðsplássið av øllum.

 

Og nú Arbeiðseftirlitið skal endurskipast sum ein stovnur fyri seg sjálvan, saman við Brunaumsjónini, halda tey, at tað einasta rætta er at lata Arbeiðseftirlitið eisini umfata trygd á sjónum.

 

Men Hendrik Old sigur, at tað er rættiliga grundleggjandi, at heimildirnar hjá Arbeiðseftirlitinum røkka á bryggjukantin, uttan so tá ið skip landa og lossa, tí tá skal Arbeiðseftirlitið eisini fevna um trygdina umborð.

 

Men annars er tað Skipasýnið, sum hevur ábyrgdina av trygdini umborð á skipum, og landsstýrismaðurin hevur ta fatan, at tað er riggar rættiliga væl. Hann ásannar kortini, at vit hava havt dømi um, at har skip hava verið mannað við útlendingum, hava viðurskiftini haltað onkuntíð.

 

– Skulu vit broyta tað, bróta vit við grundregluna, vit hava rundan um okkum, sigur hann. Hann vísir eisini á, at trygd á sjónum er rættiliga sermerkt, tí tað umfatar rættiliga nógvar altjóða sáttmálar.

 

So skulu vit leggja tey eftirlitini saman, er tað nakað krevur tað nógva fyrireiking og tað er ikki eitt mál, ið liggur í kortunum nú, sigur Henrik Old.