Trygd og trivni á landsfundi FF's

Fiskimenn kunnu fegnast um eitt av bestu fiskiárum í skjótt 100 ára longu søgu Fiskimannafelagsins

Landsfundur 

Umleið 120-125 mans vóru møttir á landsfundi Føroya Fiskimannafelags, tá ið fundurin varð settur av formanni felagsins, Óla Jacobsen, mánamorgunin.      
  Okkurt árið vóru fiskimenninir fleiri í tali, men teir hava eisini verið færri. Undirtøkan í ár er sostatt umleið miðal.

Trygd og trivni

Karl Isaksen,  sum er ein av sýsluformonnum, FF's, visti í døgurðasteðginum mánadagin at siga, at ársfrágreiðingin í ár leggur dent á trygdina og trivnaðin umborð á okkara fiskiskipum.
  - Vit hava sett kikaran á hesi viðurskifti. Her gongur rætta vegin, men hetta er nakað, sum tekur tíð. Fiskimenn fegnast um tey framstig, sum eru hend, har skip eru umbygd, og manningarumstøðurnar eru betraðar. Einstøk nýggj skip eru eisini komin í flotan, og onnur góð skip eru keypt úr útlandinum.
  Gesturin á landsfundi FF's í ár, er Óla Hans Hammer Olsen, sum er stjóri á Skipasýninum.
  Eftir døgurðasteðgin skuldi hann røða um trygd og trivnað hjá sjófólki okkara og leggja upp til kjak um evnið.

Eitt gott ár

Á landsfundinum kundu stjórn og fiskimenn eisini fegnast um positivu gongdina hjá flest øllum veiðibólkum, tí árið 2002 er nevniliga eitt tað besta hjá fiskiflotanum í skjótt 100 ára gomlu søgu felagsins.
  Landsfundur FF's verður hildin sambært lógum felagsins.