Trygd og trivni

Góðu borgarar í Tvøroyrar kommunu

Aftaná at hava játtað at verða valevni á Javnaðarlistanum til komandi býráðsval, havi eg hugsað, hvat kundi verið framt av ábótum í kommununi, okkum borgarum til gagns, vælvitandi, at vit hava eina tyngjandi kommunuskuld, ið fer við mestu fíggjarorkuni komandi árini.

 

Hervør Eidesgaard,

valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið á Tvøroyri


Tað eru nú 14 ár, síðan eg og familja mín valdu at búsetast her á plássinum. Vit fullu skjótt til. Her búgva blíð og fyrikomandi fólk, og her eru karmar, ið gera tað liviligt og fáa fólk at trívast á staðnum.

Hóast hetta er okkurt, ið kundi verið betri, og vil eg her nevna nøkur dømi, ið arbeitt kundi verið við í samband við trygd og trivna á plássinum, um tit skuldu víst mær tað álit at valt meg í býráðið.

o Trygg ferðslu- og gonguviðurskifti.

o Orða ein greiðan barna, ungdóms- og eldrapolitikk

o Náttarbuss til tey ungu, møguliga í samstarv við aðrar kommunir í oynni.

o Eitt stað til ungdómin, tá tey ikki eru til ítrótt, ungdómsmøti ella í dansi. Børnini eru tað besta vit eiga, tí mugu vit eisini bjóða teimum tað besta, vit kunnu.

o Tættari samband við borgaran, so vit í felag finna útav møguligum tørvi ella ábótum. Eitt nú viðvíkjandi eldrarøkt. Tey eldru hava givið okkum tað, vit byggja á.

o Kommunalir bygningar eiga at vera atkomiligir fyri øllum borgarum.

o Raðfesting av íløgum og ábøtum møguliga við eini langtíðarætlan.

o Grundstykki til rímiligan prís eiga at vera tøk til uppvaksandi ættarliðið, tilflytarar og virki.

o Hugna um miðbýin, so felags tiltøk kunnu fáa røttu karmar.

o Kommunan má framhaldandi taka stig til at minka um dálkingarvandan, her hugsi eg serliga um "Agenda 21", ið er ein altjóða sáttmáli, har hugsað verður um at minka dálkingina bæði í náttúruni og av tilfeinginum

Gott val