Vælkenda danska fyritøkan og føroyska tryggingarfelagið hava gjørt samstarvsavtalu, ið serliga kemur at gagna foreldrum við børnum Vælumtókta fyritøkan Libero og Trygd hava gjørt samstarvsavtalu.
Avtalan ber í sær, at føroyingar, ið eru limir í Liberoklubben, nú eisini kunnu fáa ágóðan av teimum gávum, sum Libero javnan handar limum sínum.
Gávurnar eru ætlaðar teimum foreldrum, ið hava fingið barn seinastu tveir mánaðarnar ella fara at fáa barn komandi tveir mánaðarnar.
Í pakkunum er m.a. blæður, leikur, viðkomandi bløð o.a.
Limirnir í Liberoklubbanum fáa beinleiðis boð um gávurnar frá Libero umvegis eitt gávuprógv, ið verður sent teimum. Gávuprógvið skulu limirnir bert handa ella senda til Trygd, sum síðani útflýggjar pakkarnar.
Saman við pakkunum fáa limirnir í Liberoklubbanum eisini eitt serligt tilboð frá Trygd, ið hevur snikkað eitt tryggingartilboð saman til familjurnar og teirra nýføddu børn.
Talan er um Barnavanlukkutrygd, ið tryggjar børnini, um tey eru fyri óhappi, sum merkir teirra tilveru í styttri ella longri tíð.
Barnavanlukkutrygd umfatar eisini óhapp, sum vit kalla vanlig, t.d tá ið barnið dettur og meiðslar seg á rulluskoytum ella á rennihjóli, ella um barnið fær tannskaða.
Barnavanlukkutrygd er ókeypis, inntil barnið er 3 mánaðar gamalt. Hetta svarar til, at tað kostar bert 2,50 krónur um dagin fyrsta árið at tryggja barnið.
Ulla Rode, samskiftisleiðari hjá SCA Hygiene Products A/S og Heidi Christensen, leiðari á Privatsøludeildini hjá Trygd, fegnast báðar um avtaluna, ið ber í sær, at bæði Trygd og Libero verða knýtt nærri kundanum og kunnu harvið veita eina betri tænastu.









