Trygd og H71 hava longt samstarvsavtaluna, ið merkir, at Trygd eisini næstu tvey árini verður at síggja á blusunum hjá besta mansliðnum hjá H71.
Trygd verður sostatt framhaldandi partur av stuðulstoyminum hjá H71.
H71 er eitt av skjótast vaksandi hondbóltsliðum í Føroyum. Hondbóltsliði úr Hoyvík hevur verið í eini sera góðari gongd seinastu árini. Ikki minst í fjør, tá ið besta mansliðið gjørdist greipuvinnari.










