Trygd nýggjan samleika

Nýggi samleikin endurspeglar virðini í felagnum, samstundis sum hann knýtir felagið tættari at móðurfelagnum og »brandinum« hjá Føroya Banka. Eyðkendi svarti bjálkin verður eisini eyðsýndur í búmerkinum hjá Trygd og er tað bjálkin, eins og skrifttypan, sum serliga binda feløgini í samtakinum saman. Trygd hevur tó egnan lit, myndastíl og samskiftishátt.

Liturin hjá Trygd er orange og graduerar úr gulum. Liturin vísir á virðini, ið eyðkenna felagið - Dugnasemi, eldhugi og framsøkni.

- Tá Trygd varð endurstovna av Føroya Banka í 1998, var liturin ljóst bláur hjá Trygd eins og liturin hjá Føroya Banka. Við árunum gjørdist blái liturin myrkari og myrkari. Í 2007 valdi Føroya Banki at endurskoða grafiska samleikan, og lata seg í nýggjan búna. Tá broytti Trygd ikki sín grafiska samleika, men nú er stundin komin hjá Trygd at lata seg í nýggj klæðir, sigur Jean Djurhuus, stjóri á Trygd.

- Vit vilja við nýggja búnanum vísa, at vit eru ein nútímans tryggingarfyritøka fyri øll, sum byggir á góð grundleggjandi virðir, dugnalig starvsfólk, og sum er partur av einum fíggjarliga sterkum samtaki. Vit hava einføld og fokusera mál á Trygd, og tí er nýggi samleikin eisini einfaldur og fokuseraður?, sigur Jean Djurhuus, stjóri á Trygd.

Trygd hevur í dag eisini fingið nýggja heimasíðu. Heimasíðan er greiðari enn tann gamla og er deild upp í tey trý́ høvuðsøkini hjá felagnum: Privat, Vinna og Skaðatænasta.