Trygd hevði 21,8 mió. kr. í avlopi eftir skatt í 2023

2023 gjørdist eitt gott ár hjá Trygd. Úrslitið er merkt av góðum íløguavkasti og eini góðari skaðagongd, umframt at tillagingar vórðu gjørdar í tryggingargjøldunum fyri 2023, eftir nøkur ár við hækkandi umvælingarútreiðslum.

Talið av fráboðaðum skaðum í 2023 var á hædd við undanfarin ár, men tað sæst aftur í ársúrslitinum, at skaðarnir vóru lutfalsliga avmarkaðir í stødd, við tað at bert fáir stórskaðar vóru.

 

Trygd hevði 26,7 mió. kr. í avlopi fyri skatt í 2023, samanborið við 15,2 mió. kr. fyri skatt í 2022.

 

Tað vil siga, at avlop og inntøkur vóru munandi betri í 2023 enn í 2022. Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum vóru tilsamans 168,7 mió. kr. í 2023, sum er ein hækking á 11 mió. kr.

 

Skaðaprosentparturin var lægri í 2023, enn árið fyri, men samlaðu skaðaendurgjøldini fyri egna rokning vóru 98,6 mió. kr. í 2023, í mun til 97,5 mió. kr. í 2022.

 

Rakstrarkostnaðurin var 28,9 mió. kr. í 2023, samanborið við 25,0 mió. kr. í 2022. Øktu rakstrarútreiðslurnar eru serliga orsakað av, at neyðugar ábøtur vórðu gjørdar á skipanir og annað í mun til raksturin av felagnum. Í 2023 vóru 25 ár liðin, síðani Trygd aftur kundi virka á føroyska tryggingarmarknaðinum, og við tíðini er felagið vaksið so mikið, at tørvur var á hesum dagføringum.

 

Leiðslan fegnast sum heild um gongdina við inntøkuvøkstri, skaðagongd og íløguavkasti. Góða spjaðingin millum ymiskar bólkar av tryggingum og kundum er eitt gott grundarlag hjá felagnum – bæði nú og frameftir. Eisini fegnast leiðslan um, at Trygd hevur ein góðan solvens og harvið gott haldføri.

 

"Vit fegnast um góða úrslitið, tí sum tryggingarfelag er umráðandi við góðum haldføri, soleiðis at vit hava nakað at standa ímóti við, til tá tryggingartakararnir veruliga hava brúk fyri okkum. Kundanøgdsemiskanning frá oktober 2023 vísti, at okkara kundar eru nøgdir, men vit seta eisini stóran prís upp á konstruktivu viðmerkingarnar frá teimum, tí vit ynskja støðugt at bøta um okkara ráðgeving og tænastur”, sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd.

 

Ársfrágreiðingin fyri 2023 kann síggjast her.