Sethúsatryggingar hækka 15% og bilatryggingar hækka 12% Í skrivi til viðskiftafólk síni sigur Trygd, at tað er eitt hækkað kostnaðarstøði, sum hevur avleitt prísvøksturin.
- Arbeiðslønirnar eru hækkaðar, byggitilfar er vorðið dýrari og bilarnir meira tekniskir og tí dýrari at umvæla, sigur Trygd.
Prísbroytingar fáa gildi 1. juli í ár, men hjá verandi tryggingartakarum tó ikki, fyrr enn tryggingin fellur til gjaldingar næstu ferð.
Herfyri boðaði Tryggingarfelagið Føroyar eisini frá, at teir hækka prísirnar á tryggingum sínum.