Trygd í gávuhýri

Í sambandi við 75 ára stovningardagin hjá tryggingarfelagnum Trygd hevur felagið gjørt av at geva kundum sínum gávur

Leiðslan á Trygd er væl nøgd við gongdina hjá felagnum. Seinastu níggju árini síðani felagið varð endurstovnað og monopolið avtikið, er marknaðarparturin hjá Trygd vaksin úr so at siga ongum upp í 23%.

Felagið varð sett á stovn í 1932, og hevur sostatt 75 ár á baki, men í meiri enn 57 ár hevur monopolstøða valdað á tryggingarøkinum í Føroyum, ein støða, sum ikki broyttist fyrr enn fyri tíggju árum síðani, tá kappingin gjørdist frí. Og nú liggur eitt nýtt tryggingarlógaruppskot í tinginum, sum ætlandi fer at liberalisera tryggingarmarknaðin enn meiri, so útlendskar tryggingarfyritøkur sleppa inn á Føroyska marknaðin – og føroyskar sleppa á tann útlendska.

Í sambandi við 75 ára stovningardagin hevur leiðslan í Trygd gjørt av at veita kundum sínum eina gávu. Fyri privatu tryggingartakararnar verður talan um eina fyrstuhjálpartasku, sum eftir ætlan verður øllum húsarhaldum í landinum í hendi seinast í komandi viku; tey húsarhald, sum eru kundar hjá Trygd, altso.

Fyri vinnukundarnar verður talan um eina aðra gávu. Eisini her er talan um nakað, ið hevur við trygdina at gera, nevniliga ein sonevnd termografering. Hetta er ein avmyndan av eltalvunum hjá øllum vinnukundum við infrareyðum ljósi sum vísir, um trupulleikar eru um at uppstanda í elskipanini.

 

Bátur til kunda

Men haraftrat kann í hvussu er ein av kundunum hjá Trygd vænta sær eina gávu aftrat. Tað var nevniliga soleiðis, at Trygd vann bátin, sum Lions Club burturlutar á Ólavsøku, og avgerð er nú tikin um, at hesin bátur skal lutast burtur millum allar tryggingartakarar hjá felagnum.

- Báturin hevur eitt virði upp á 45.000 krónur, so tað verður ein hampilig gáva at fáa hjá tí tryggingartakaranum hjá okkum, sum verður hepni vinnarin, sigur Niels Juel Arge, virkandi stjóri í Trygd.

Annars hava teir givið brandpakkar út til nýggj hús, sum umfata roykvarnarar og brandteppi, og sum naka nýtt fara teir nú eisini at geva slíkar pakkar, tá eigaraskifti fer fram av sethúsum.

Í mun til vaksandi virksemið økist talið á starvasfólkum eisini, og tey eru nú um 30, ið eru í føstum starvi hjá tryggingarfelagnum.