Trygging
-Hetta er ein merkisdagur fyri TRYGD. Felagið er vorðið nóg stórt til at kunna flyta heimanífrá. Hetta segði nevndarformaðurin í Trygd, Jørn Astrup Hansen, bankastjóri, tá tryggingarfelagið beyð til almenna móttøku í nýggju hølunum fríggjadagin. Hann frøddist bankans vegna um, at Trygd nú kundi flyta inn í júst tey somu hølini, har Sjóvinnubankin hevði sítt nógva virksemi miðskeiðis í 80-unum. ?Tað hevur altíð verið sera tætt samband millum Trygd og ban kan. Tað vóru tær somu kreftirnar, sum í 1932 stóðu aftanfyri stovnani av Trygd og Sjóvinnubankanum og bankin var eisini frá byrjan av størsti partaeigarin í P/f TRYGD segði Astrup, sum tí eisini metti tað heilt náttúrligt, tá bankin var við til at fáa lív í aftur Trygd, tá føroyska tryggingarmonopoliið var avtikið í 1997. Hann vísti á, at tað longu frá byrjan varð greitt, at tørvur fór at verða á munandi kapitali, um Trygd skuldi mennast til at gerast eitt trúverdugt alternativ til gamla tryggingarmonopolið. Og her var tað so at Føroya Banki kom inn sum ein av stóru partaeigarunum.
Nevndarformaðurin helt fyri, at Trygd er vorðin ein ?eldri dama? sum hann málbar seg, nú felagið hevur meira enn 70 ár á baki. ?Men Trygd ? sum ein onnur Tornerosa ? hevur sovið vakurleikasvøvn ta mesta av tíðini. Frá 43 til 97. Sum ein avleiðing av tryggingarmonopolinum misti felagið í 1943 møguleikan at tekna nýggja tryggingar. Men 1. februar 1998, bert eitt ár eftir, at monopolið varð avtikið, var felagið aftur klárt til at taka ímóti nýggjum kundum.
Jørn Astrup Hansen helt, at tryggingartakarar hava tikið væl ímóti felagnum, nú Trygd eftir bert fýra árum hevur fingið fatur í 20% av marknaðinum. Hann helt eisini fyri, at tað hevur verið til stórt gagn fyri føroysku tryggingartakararnar, at teir nú hava fingið møguleika at velja millum fleiri tryggingarfeløg. Við hesum sipaði hann til, at tænastan, sum í dag verður veitt kundunum, er munandi betri enn fyri bert nøkrum árum síðani.
Nevndarformaðurin í Trygd metti eisini, at tryggingarpremiurnar eru munandi lægri nú men legði aftrat, at tær í einstøkum førum eru lækkaðar ov nógv. Hann vísti annars á ta hepnu gongd, sum hevur verið í Føroyum, har tað er gingið burtur frá monopolstøðum í vinnuni og sipaði her eisini til sølu av fiski. ?Við ella uttan politiskum vælvilja, so hevur føroyski marknaðurin, tí hann er so lítil, ein tendens til at menna monopol. Tá ein fyritøka er vorðin so stór, at hon kann heysta fyrimunir av stórdrift, kemur hon oftani í eina monopollíknandi støðu. Tað er sjálvandi ein fyrimunur fyri brúkararnar, at vørur og tænatur kunnu framleiðast við stórdrifsfyrimunum. Men oftani vísir tað seg, at hesir fyrimunir hava eginleika at fjarða burtur, tá monopolstøðan tekur yvir.
Jørn Astrup Hansen segði seg vóna, at viðurskiftini á tryggingarmarknaðinum koma í eina náttúrliga legu, soleiðis at frí og jøvn kapping kann menna seg og sipaði við hesum m.a. til ta sannroynd, at tað hevur eydnast tryggingarmonopolinum gjøgnum 55 ár at gerast heilt einaráðandin og harvið at hava kunnað savnað saman ein veldugan kapital ? við einum diffusum og anonymum eigaraskara ? sum í dag kann brúkast til at halda kappingarneytum burt frá marknaðinum.
-Eg vóni, at tryggingartakarar framhaldandi fara at brúka Trygd, tí harvið tryggjar man sær, at tað eisini í framtíðini verður kapping á tryggingarmarknaðinum. Tryggingartakararnir hava uppiborið eitt alternativ ? og TRYGD vil lata hetta alternativ.










