Mánadagurin 2. februar 1998 var fyrsti dagurin í nýggju tíðarrokningini hjá gamla tryggingarfelagnum Trygd.
Hetta var nevniliga fyrsti dagurin teir aftur teknaðu tryggingar.
Broytingarnar í tryggingarlóggávuni hava tikið einkarrættin frá Tryggingarsambandinum Føroyar, og tað gjørdi tað fyrr sovandi tryggingarfelagið nýtslu av.
Og tað hevur gingið skjótt framá, hóast útboðið hjá Trygd er avmarkað í fyrsta umfari.
At byrja við halda teir seg bert til familjutryggingar og sethúsatryggingar. Men hetta eru tryggingar, sum tey allarflestu hava brúk fyri, so her er nokk at taka fatt í.
Frá byrjan hevur Trygd lagt sín príspolitik eftir egnum útrokningum, og tryggingartreytirnar teir hava eru ikki avrit av tryggingum, sum fyrr vóru á marknaðinum.
Og tað sær út til at kundunum líka felagið.
Í øllum førum hevur »nýggja gamla« felagið fingið fatur á 5% av marknaðinum. Og tað eru tey stak væl nøgd við á Trygd.
Men tað er ikki bara tað.
Tí, sum tey siga í tíðindaskrivinum, so eru prísirnir á tryggingum í Føroyum lækkaðir, síðani Trygd kom á marknaðin.
Sambært Trygd, so hevur brúkarin spart millum 2 o g 3 mió. kr. síðani felagið byrjaði.
Sammeta feløgini eftir prísi
Trygd sigur eisini í tíðindaskrivinum, at mong hava lindið til, at meta um tryggingarfeløg eftir prísleguni, og at hetta kann gerast kostnaðarmikið tá um ræður.
Trygd leggur dent á at hava dygdartryggingar til kappingarførar prísir.
Tí tá skaðin hendur, er tað týdningarmikið at hava rætta tyggingarfulnaðin og tað rættað felagið aftanfyri seg, sigur Trygd í tíðindaskrivinum, og heldur fram, at tað hjálpir ikki at tryggingargjalldið er lágt, um skaðin ikki verður goldin, ella at málsviðgerin ikki er nøktandi.