Hálvársúrslitið í 2012 hjá Trygd gjørdist 10,2 milliónir krónur fyri skatt, í mun til 14,6 milliónir krónur fyri skatt í 2011.
Tað boðar tryggingarfelagið frá.
Eftir skatt var hálvársúrslitið 8,4 milliónir krónir í 2012. Tað var 11,9 mió. kr. í 2011. Tryggingartekniska úrslitið var 9,1 milliónir krónur í 2012 samanborið við 13,7 milliónir krónur í 2011.
Leiðslan er av tí fatan, at hálvársúrslitið eftir gott, hóast úrslitið er nakað lakari enn undanfarna ár, sum var óvanliga gott.
Skaðagongdin hevur sum heild verið jalig í fyrru hálvu av 2012.
Talið av skaðum hevur verið á leið tað sama sum fyrra hálvár í fjør. Tó eru skaðaendurgjøldini nakað hægri enn somu tíð í fjør. Skaðaendurgjøldini fyri egna rokning eru hækkaði úr 17,6 milliónir krónur í 2011 til 20,4 milliónir krónur í 2012.
Øktu skaðaendurgjøldini stava í høvuðsheitum frá tapi av endurgjaldsavsetingum frá ódnini 25. desember 2011, umframt nøkrum størri avsetingum av vinnutryggingum í fyrru hálvu av 2012.
Tryggingargjøldini í fyrru hálvu av 2012 vóru íalt 42,5 milliónir krónur. Hetta er ein hækking í mun til 2011, tá ið tryggingargjøldini vóru 42,0 milliónir krónur. Broytingin stavar frá øktum virksemi innan flest allar tryggingarbólkar.
Um hálvársúrslitið fyri 2012 sigur Janus Thomsen, kst. stjóri, at leiðslan er nøgd við úrslitið. Hóast marknaðurin framvegis er nakað stirvin, so hava vit megna at økt um okkara virksemi hetta fyrra hálvárið innan bæði privatar og vinnuligar tryggingar, og tað eru vit nøgd við.
Bæði marknaðurin fyri nýggjar bilar, og sølan av sethúsum hevur verið lág seinastu árini, men glottar hava tó verið at sæð. Hetta fyrra hálvárið hava allsamt fleiri og fleiri bilar og hús verið seld, og tað sæst eisini aftur í einum tryggingarfelag sum Trygd, sum mangan er sum ein spegilsmynd av samfelagnum. Hava fólk og fyritøkur nógvar ognir, skulu hesar tryggjast og tí gerast tryggingarnar eisini fleiri í tali, sigur Janus Thomsen.
Eginognin hjá Trygd var 30.06.2012 97,4 milliónir krónur.