Trý ymisk listafólk í Smiðjuni

Yngsta listarfólkið av trimum, sum nú fara at sýna fram í Smiðjuni í Lítluvík, er bert 12 ár.

Hósdagin 22. januar letur upp ein forvitnislig málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hesaferð eru tað trý ymisk listafólk sum fara at sýna fram. Ymisk, má sigast, tí tey, sum sýna fram, eru:

 

Stella Zachariassen, sum er fødd og uppvaksin á Sri Lanka, men er gift til Føroyar. Málningarnir, sum Stella hevur valt at mála og sýna fram hesaferð, eru av ymiskum blómum.

 

Stella hevur málað nógv seinastu tvey árini og hevur eisini selt málningar uttanlands.

 

Hermundur Zachariassen er verfaðir Stellu og hevur málað í nógv ár. Tað, sum sermerkir hansara málningar, er, at hetta eru náttúrumálningar.

 

Nógvir av hansara málningum hanga kring um í føroyskum heimum. Hermundur, sum er deyvur, er úr Norðragøtu, men hevur búð á Argjum síðani fyrst í sekstiárunum.

 

Joy Johannesen, sum er 12 ára gomul, fer eisini at sýna fram nakrar av sínum málningum. Joy er dóttir Høgna og Shamila Johannesen. Høgni er úr Havn, og Shamila er úr Pakistan. Joy dámar sera væl at mála.

 

Ætlanin er at fáa tey vitjandi at ferðast ímillum ymisku tema´ini við ymiskum luktum, ljóðum og øðrum fyri at gera tað enn meira áhugavert.

 

Framsýningin verður í Smiðjuni í Lítluvík frá 22. januar til og við 27. januar, og opið verður hvønn dag frá klokkan 13-19.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið, og okkurt leskiligt verður eisini at fáa, siga tey trý, sum standa aftan fyri forvitnisliga listarliga tiltakið.