Tað er ovurstórt trot á pedagogum og avleiðingin er, at fleiri og fleiri barnagarðar og vøggustovur mugu lata aftur tí tey mangla starvsfólk. Tað vísir Jógvan Philbrow formaður í Pedagogfelagnum, á. Fyri tveimum vikum síðani boðaði Tórshavnar kommuna frá, at 140 fleiri stovnspláss skuldu útvegast, men Jógvan Philbrow spyr, hvør skal arbeiða har.
Á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum mælti Bárður Nielsen til, at starvsfólk í heilsuøkinum og almannaøkinum, fingu ein skattalætta. Hinvegin hevur formaðurin í búskaparráðnum ført tað sjónarmið fram, at útboð og eftirspurningur eigur at avgera prísin og at skattalættar til ávísar bólkar, ikki eru vegurin fram.
Hetta er formaðurin í Pedagogfelagnum samdur í. Men hann sigur, at arbeiðsgevarin hjá teimum, dugur ikki at síggja samanhangin millum støðina á økinum, og tað, teir royna at samráðast um.
– Samráðingarnar hjá landinum og kommununum snúgva seg mest um, hvussu lítla løn tey skulu gjalda, samstundis sum at tey avnokta trupulleikarnar, sigur Jógvan Philbrow. Hann sigur, at skal nakar bati verða, eru tað trý viðurskifti, sum eiga at loysast:
1. Lønin má hækkast
2. Fleiri mugu útbúgvast – serliga á námsfrøðiliga økinum
3. Arbeiðsumstøðurnar mugu gerast betri
Hetta eru alt spurningar, ið arbeiðsgevarin í fleiri ár hevur roynt at avvíst við samráðingarborðið. Tær fáu ferðir okkurt er broytt, hevur tað typiskt verið semingsstovnurin, sum eftir drúgv stríðsstig hevur tikið okkurt við, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum.
Trýst her og les meiri um sjónarmiðini hjá formanninum í Pedagogfelagnum