Trý valevni til tveir nevndarsessir

Á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag 20. apríl bjóða trý fólk seg fram at koma í nevndina.

 

Tórhallur vil Gil, næstformaður og lærari í Skúlanum við Løkin, og Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, lærari í skúlanum á Argjahamri, standa fyri vali, og báðir stilla upp aftur. Triðja valevnið er Miriam Nolsøe Johannesen, lærari í Eysturskúlanum.

 

Á aðalfundinum skulu tveir nevndarlimir og tveir tiltakslimir veljast í nevndina.

 

Aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag og árligi limafundurin hjá Stuðulsgrunni Lima Føroya Lærarafelags verður leygardagin 20. apríl.

 

Vinnararnir av Veðurlagsvirðislønini fyri 2024 verða kosnir á aðalfundinum, skrivar Føroya Lærarafelag m.a. á síni heimasíðu.