Tey trý valevnini, sum Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevur á listanum, eru Luna Klein Joensen, Sigrid Jensdóttir Dalsgaard og Jóhan Christiansen.
Um hesi valevnini sigur felagið soleiðis:
Luna Klein Joensen er unga, nýggja navnið á listanum. Luna gongur á Miðnám á Kambsdali, er kend í miðlunum sum vinnari av føroyameistaraheiti í íverksetan, og bólkur teirra vann síðan danmarksmeistaraheiti. Eisini hevur Luna sitið í ungdómstinginum tvær ferðir.
Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, forkvinna í Eysturoyar Tjóðveldisfelag, er uppstillað. Sigrid fekk 200 atkvøður til síðsta val, so tað restaði ikki nógv í at fáa løgtingssess. Sigrid er verkfrøðingur og starvast innan leiðslu av KT og byggiverkætlanum.
Jóhan Christiansen, sum hevur landsstýrismaður í fiskivinnu og samferðslumálum á sínum CV, er sjálvandi uppstillaður fyri Eysturoyar Tjóðveldisfelag. Jóhan hevur verið borgarstjóri fyri Eysturkommunu í tríggjar setur og hevur annars drúgvar royndir í vinnuni.










