Trý ung sambandsfólk vilja á ting

Ungmannafelagið Samband hevur valt at stilla upp trý valevnir til løgtingsvalið 01. september.

Ungmannafelagið hjá Sambandsflokkinum, Ungmannafelagið Samband, boðaði í gjár frá, at felagið stillar trý fólk upp til komandi løgtingsval.


- Vit halda tað er sera týdningarmikið at tey ungu fáa eina sambandssinnaða rødd á Løgtingi, skrivar felagið á teirra Facebooksíðu.


Tey trý valevnini eru Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, Anna Falkenberg og Árni Guldborg Nielsen.