Trý stig og tríggjar brotnar tenn

Alex Mellemgaard klárar illa at eta og má drekka úr súgvurøri, eftir samanstoyt móti AB

 Alex Mellemgaard skal í dag til tannlækna. Hann fær ikki etið og má brúka súgvurør fyri at fáa vatu í kroppin, eftir at hann kom ringast frá einum samanstoyti við einum viðspælara og einum mótspælara. Úrslitið varð, at Alex Mellemgaard fekk eina gaggu sendandi í andlitið. Aftaná kundi fyrrverandi AB spælarin spýta ikki færri enn tríggjar tenn úr út.

 

Les søguna um Alex Mellemgaard í Sosialinum við at trýsta her

 

 Tað var miðskeiðis í seinna hálvleiki, at Christian í Garði tvísporar við bóltinum á síðulinjuni í høgru. Símun Joensen, liðfelagi hjá Alex, eltir skjóta vongin, tá Alex Mellemgaard taklar.

 

-       Eg taklaði, men tað endar við at teir báðir renna inn í meg. Eg fái eina gaggu beint í andlitið og føldi beinanvegin, at fleiri tenn brotnaðu, sigur Alex Mellemgaard við Sosialin í dag.

 

Les eisini: Full ferð á Róaldi og B36

 

Argjamaðurin í B36 spældi leygardagin á fyrsta sinni móti barndómsfelagnum, AB. Tað bleiv til ein 2-1 sigur til árstalsfelagið og tríggjar brotnar tenn.