Trý stórfeløg í Premier League ynska øll at ogna sær undirskriftina hjá argentinsku fótbóltsstjørnuni, Lionel Messi.
Og eitt skiftið úr La Liga í Spania til ensku Premier League er meir sannlíkt, tí Lionel Messi hevur fingið eitt skattasakarmál uppá nakkan í Spania, og tí tykist sannlíkt, at Messi leitar sær útum sponsku landoddarnar at spæla fótbólt.
Enska blaðið "The Sun", sum heldur seg vita eitt sindur av hvørjum skrivar, at bæði Manchester United, Manchester City og Chelsea hava vent sær til Lionel Messi. Eitt av feløgunum hevur enntá vent sær til Lionel Messi tvær ferðir í einari viku, sambært The Sun.
Men tað fer at krevja eina risaupphædd av felagnum í Premier League, sum keypir Lionel Messi at fáa hann leysan av sáttmálanum, sum hann hevur við FC Barcelona. Upphæddin, sum skal til, tann sonevndi útkeypsklausulurin svarar til 1,9 miljardir krónur í okkara peningi.










