Á myndini er Ørvur Norðberg, Benjamin Berg og Jarmund Kjærbo, sum allir tríggir eru settir í starv hjá Hvalbiar kommunu.

Trý nýggj fólk í starvi í kommununi

Ørvur Norðberg, Benjamin Berg og Jarmund Kjærbo eru settir í starv í Hvalbiar kommunu.

Á myndini er Ørvur Norðberg, Benjamin Berg og Jarmund Kjærbo, sum allir tríggir eru settir í starv hjá Hvalbiar kommunu.

Herfyri vórðu Ørvur Norðberg, Benjamin Berg og Jarmund Kjærbo settir í starv hjá Hvalbiar kommunu.   

 

Ørvur Norðberg er settur sum arbeiðsformaður, har hann fer at arbeiða við at skipa arbeiðið og taka sær av byggimálsviðgerð.

 

Benjamin Berg fer at taka sær av vatnveitingini í Hvalba og Sandvík.

 

Jarmund Kjærbo fer at taka sær av rottutýningini í sóknini, umframt hann fer at taka sær av kirkjugarðsuppgávum og øðrum.

 

- Vit ynskja tykkum hjartaliga tilllukku og blíðan byr framyvir, siga tey í Hvalbiar kommunu í dag.

 

 

 

Á myndini er Ørvur Norðberg, Benjamin Berg og Jarmund Kjærbo, sum allir tríggir eru settir í starv hjá Hvalbiar kommunu.