Miðvallarin, sum hevur skift til Víking, heldur fram við at skjóta mál fyri landsliðið. Í kvøld skoraði hann triðja málið í 4-1 sigrinum á Gibraltar. Tað er triðja málið í fýra landsdystum.
Les eisini: Føroyar vann 4-1 á Gibraltar
Fyrst skoraði hann minniliga málið í 1-1 javnleikinum móti Kasakstan, tá hann uttanfyri brotsteigin sendi bóltin upp í málhornið. Síðani fekk hann einki mál móti Eysturríki, men í venjingardystinum móti Malta í novembur mánaði bragdaði aftur, tá Føroyar taptu 3-2.
Les eisini: Lars Olsen fegnast og tó
Í kvøld kom hann aftur á máltalvuna, men tað tó langa tíð áðrenn Hallur slapp framat.
Les eisini: Ein væl nøgdur debutantur
- Fleiri av hinum høvdu havt møguleikar og hugsaði, at nú vil eg eisini sleppa upp í part, sigur Hallur Hansson, sum tó leggur dent á, at tað týdningarmiklasta er at landsliðið vinnur.
Hallur heldur eisini fyri, at okkara menn høvdu nakað at prógva, eftir at hjálparvenjarin hjá Gibraltar helt fyri, at teirra lið skuldi verið styrkismett tíggju pláss hægri enn vit.
- Í dag prógva vit, at vit eru betri enn teir, sigur Hallur Hansson, sumongantíð óttaðist eina endurtøku av 3-0 tapinum fyri trimum árum síðani.
Christian Lamhauge Holst skoraði tvey mál og Jóan Símun Edmundsson eitt.