Trý lond í Afrika avbyrgja seg frá Vesturheiminum

Niger, Mali og Burkina Faso - trý vestafrikansk lond, sum øll eru stýrd av hernaðarligum juntum - undirskrivaðu leygardagin sáttmála um samstarv uttan fyri búskaparblokkin Ecowas, sum samstarvar við Evropiska Samveldið.

Við sáttmálanum venda kvettleiðararnir í teimum trimum londunum bæði grannalondunum og vesturheiminum bakið. Tey hava gjørt eitt samstarv í nýggju samgonguni av Sahel-ríkjunum (AES).

Frakland og Danmark hava áður verið við í friðarátøkum í Mali fyri at fáa landið í rættlag og at gera veikari jihadistiskar bólkar í øllum Sahel-økinum.

Sahel lýsir eitt langt belti tvørtur um Afrika frá Atlantshavinum í vestri til Reyðahavið í eystri, har ætlanin nú er um vaksandi spjaðing.

 

/ritzau/AFP