Trý línuskip landa mánadagin

Útlitini til útróður eru ivingarsom. Streymurin verður góður, men sambært veðurforsagnum verður veðrið einki serligt.

- Trý línuskip eru undir Føroyum og koma inn at landa mánadagin. Tey hava mest av toski og hýsu. Eitt av skipunum hevur tó nakað av longu og brosmu.

 

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at fýra línuskip eru á Flemish Kap og fiska tosk. Trý frysta umborð, og tað fjórða ísar fiskin.

 

- Helst kemur ísfiskalínuskipið heim at landa fyrst í aðru viku.

 

In.fo kann leggja aftrat, at frystilínuskipini á Flemish Kap eru Klakkur, Eivind og Kambur, og ísfiskalínuskipið er Váðasteinur.

 

Fiskamarknaður Føroya væntar, at nøkur línuskip, sum nýliga hava verið inni og landað, fara út aftur um vikuskiftið. 

 

Útlitini til útróður eru ivingarsom. Streymurin verður góður, men sambært veðurforsagnum verður veðrið neyvan nakað serligt til útróður.

 

- Vit vænta tí ikki tann nógva útróðurin í vikuni sum kemur, sigur Fiskamarknaður Føroya.