Tvey størri og tvey smærri ísfiskalínuskip eru til fiskiskap undir Føroyum í løtuni.
- Skipini fáa mest av hýsu og so nakað av toski, longu og brosmu. Væntandi landa øll fyrst í næstu viku.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at trý frystilínuskip eru í íslendskum sjógvi, og tvey fiska undir Føroyum.
Streymurin verður harður fyrst í næstu viku, men hann batnar, sum vikan gongur.
- Veðrið verður helst eisini nakað umskiftandi, og tí verður ikki roknað við so nógvum útróðri, verður lagt aftrat.