Trý garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku

- Trolbátarnir, sum allir eru norðanfyri, hava brúkiligan fiskiskap

- Í løtuni eru øll partrolarapørini uttan tað eina til fiskiskap, og skipini hava misjavnan fiskiskap.

 

Tað siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.

 

Umframt upsa, fáa skipini eisini nakað av hvítum fiski, serliga hýsu og hvítingi. Væntandi er, at fleiri partrolarapør koma inn at landa í vikuni.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva, ein fiskar upsa, og ein fiskar tosk. Haraftrat fiskar ein frystitrolari svartkalva.

 

- Jákup Sverri ger yvirlitskanningar. Skipið fær mest av hýsu, toski og upsa og kemur inn at landa miðskeiðis í vikuni.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at allir teir smáu trolbátarnir eru norðanfyri, og teir koma allir inn at landa í vikuni.

 

- Trolbátarnir, sum fáa mest av toski, hýsu og nakað av upsa og flatfiski, hava brúkiligan fiskiskap.

 

Í løtuni fiska trý garnaskip svartkalva, og eitt fiskar havtasku. Garnaskipini hava brúkilgan fiskiskap, og væntandi koma øll inn at landa í vikuni.