Blákrossheimið søkti herfyri eftir trimum nýggjum starvsfólkum til Blákrossheimið, og nevndin hevur nú sett trý fólk í starv.
Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá Bláakrossi.
Nógv fólk søktu um hesi størvini, sum er gleðiligt, sigur Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum.
Leivur á Lakjuni er settur í starvið sum sálarviðgeri:
Leivur hevur lisið gudfrøði og psykoterapi í Onglandi. Leivur hevur seinastu árini undirvíst í sálarfrøði á Føroya Handilsskúla í Tórshavn og verið í farloyvsstarvi á Blákrossheiminum. Frá lestrartíðini hevur Leivur royndir við at arbeiða við fólkið við rús- og øðrum trupulleikum.
Durita Djurholm er sett í starvið sum rúsevnisráðgevi:
Durita hevur HD útbúgving, og Master í Cosching, við vekt á kognitiva terapi. Durita hevur arbeitt við toymum og einasamrøðum. Í samband við, at hon hevur arbeitt sum leiðari í fleiri ár á privata marknaðinum, hevur samtalu-arbeiði verið regluligur partur av hennara arbeiði.
Naina Jacobsen er sett í starvið sum familjuráðgevi/skrivari:
Naina hevur lisi støddfrøði og teldufrøði, námsfrøði og námsfrøðiliga sálarfrøði í Føroyum og Danmark. Naina millum annað undirvíst á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambsdali, arbeitt á Familjudeildini á Føroya Barnaheimi og í fleiri ár arbeitt sum skrivstovukvinna á Blákrossheiminum. Í samband við útbúgving sína sum námsfrøðiligur sálarfrøðingur hevur hon arbeitt við familjum og ungum.
Tað er fyrstu ferð, at Blákrossheimið hevur raðfest og sett familjuráðgeva í starv. Hetta er gjørligt nú, m.a. tí at løgtingið játtaði 500.000 krónur afturat til Blákrossheimið í 2014. Vit fegnast um, at tað nú letur seg gera at raðfesta hetta týdningarmikla økið hægri.