Tey eru:
• Marjun Syderbø Kjelnæs
• Hanni Julius Bjartalíð
• Dánjal Dam á Neystabø
Bókmentalig faknevnd segði soleiðis um Marjuna Syderbø Kjelnæs:
»Marjun Syderbø Kjelnæs er ein av okkara virknastu høvundum, sum hevur givið dygdargóðan skaldskap út í 20 ár. Hon er vorðin viðurkend fyri sínar skaldsøgur, yrkingasøvn og leikir. Hon hevur vunnið virðislønir og hevur gjørt vart við seg bæði heima og altjóða. Seinast eru hennara verk Karmageitin og Gentukamarið tilnevnd bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hon hevur framman undan roynt nýggjar leiðir við listarligum samstørvum við m.a. tónleikaranum Eivør Pálsdóttir og filmsleikstjóranum Sakaris Stórá. Marjun Syderbø Kjelnæs hevur arbeitt yrkisliga við skriving seinasta árið, og mett verður, at framsøknu ætlanir hennara um m.a. triðja verki í triologiini fara at bera á mál.«
Í nevndini sótu: Óluva Klettskarð og Sámal Soll.
Myndlistalig faknevnd segði soleiðis um Hanna Julius Bjartalíð:
»Hanni Julius Bjartalíð er serkendur listamaður á høgum listaligum stigi. Hann hevur eitt afturkenniligt úttrykk, sum hann hevur støðugt ment og dýpt í fleiri áratíggju. Hanni Bjartalíð hevur rannsakað tilfar og tilgongdir og hevur haldgóðar royndir í at mála, prenta, tekna, gera relieff og standmyndir, bæði smáar og stórar. Hansara ætlan er at menna eitt monumentalt, skulpturelt myndamál við støði í abstraktum myndamáli. Lýsta menningin av monumentalum skulpturum er áhugaverd og slóðbrótandi í føroyskum høpi og hevur altjóða dygdir«.
Í nevndini sótu: Solveig Hanusardóttir Olsen og Dagmar Malena Winther
Tónlistalig faknevnd segði soleiðis um Dánjal Dam á Neystabø:
»Dánjal D. Á Neystabø er nærlagdur, umhugsin og effektivur. Listaliga eru hansara avrik á einum høgum støði, og hansara ætlanir eru sera spennandi. Eisini her er talan um bæði tvørlistaligt, og tvørfakligt arbeiði, ið bendir á framskygni og evni til at flyta mørk. Her er eisini talan um samarbeiði sum koblar Føroyrar saman við útheimin. Dánjal D. Á Neystabø virkar til at hava nógv uppá hjarta, og hevur víst við sínum undanfarnu avrikum at tað er talan um haldfastar og gevandi útgávur bæði til børn og vaksin, og ofta øll í senn! Hetta prógvar at hann er førur fyri at skapa list við høgum listaligum virði og góðsku sum ríkar um okkara mentan«.
Í nevndini sótu: Per I. Højgaard Petersen og Atli Kárason Petersen.
– Inn komu 23 umsóknir, flestu teirra vóru á einum sera høgum listaligum stigi. Torført hevur verið at taka dagar ímillum dygdargóðu umsóknirnar. Samstundis fegnast vit um fjølbroytnið og gróðurin, sum er á teimum ymsu yrkislistaøkjunum, skrivar nevndin í grundgevingunum.
– Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, og lønirnar verða veittar umsøkjarum við støði í verkevni ella verkætlan, sum eftir nevndarinnar meting hava listalig og faklig dygdareyðkenni. Listafólkið skal í einum trý ára skeiði arbeiða burturav við síni list. Listafólkalønin svarar til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1, skrivar Nils Ohrt, sum er virkandi formaður í Mentanargrunni landsins.
Læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1 svarar til á leið 38.000 krónur við eftirløn.