Trý fólk flutt á Sjúkrahúsið

Brúgvin um Streymin er framvegis stongd.

Brúgvin um Streymin er framvegis stongd eftir álvarsligu ferðsluóhappið fyrr í dag.

 

Enn standa løgreglubilar báðu megin brúnna og steðga ferðsluni. Ruddingararbeiðið eftir ferðsluóhappið er í gongd, men enn er ikki liðugt, og tí sleppur ferðslan framvegis ikki framvið.

 

Tað var ein bilur, sum kom frá Norðskála, út á landsvegin, sum koyrdi út fyri ein farmabil, sum kom koyrandi suðureftir.

 

Fleiri løgreglu- og sjúkrabilar fóru á staðið og sløkkiliðið mátti skera fólk leys.

Sambært Andras Marr Poulsen eru trý fólk flutt á Landssjúkrahúsið. Enn er ikki greitt, hvussu illa løstaði tey eru. Løgreglan hevur ikki havt stundir at gera nærri viðmerkingar til málið enn.