Trý fólk fáa starvs­løn í til­samans 2 ár

58 fólk fáa starvsløn í 1 til 4 mánaðir, og 4 fólk fáa íverksetanarstuðul. Latnar eru tilsamans 107 mánaðarlønir fyri tilsamans 4,5 milliónir krónur.

 

Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata starvsløn og íverksetanarstuðul til listaligt og mentanarligt arbeiði fyri 2026.

 

Grunnurin skrivar í tíðindaskrivi, at støðið á umsóknum til starvsløn og íverksetanarstuðul var sera høgt til hetta stuðulsumfarið og grunnurin fekk nógvar dygdargóðar umsóknir.

 

Starvsløn varð latin

 

  • Barbaru í Gongini, listafólki í 12 mánaðir
  • Annu Katrin Ø. Egilstrøð, tónaskaldi í 6 mánaðir
  • Kim Simonsen, rithøvundi í 6 mánaðir

 

Harumframt fingu 58 umsøkjarar starvsløn í ávikavist 1, 2, 3, og 4 mánaðir.

 

Grunnurin fekk í alt 97 umsóknir, og søkt varð um starvsløn fyri slakar DKK 25 mió. Av hesum vóru 61 umsóknir játtaðar. Latnar vóru 107 mánaðarlønir fyri tilsamans 4,5 milliónir krónur.

 

Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í Løgtingslóg nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins, og sum eftir nevndarinnar meting er av listaligum ella fakligum dygdareyðkennum. Starvslønin svarar til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1, umframt 15% í eftirløn.

 

Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í kunngerð nr. 109 frá 21. september 2000 um Mentanargrunn Landsins, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 6. januar 2025, ið hevur til endamáls at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listaligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.

 

Íverksetanarstuðul varð latin

 

  • Hans Haldór Poulsen (tónleikur)
  • Maibritt Marjunardóttir (listhandverk)
  • Una Debess (tónleikur)
  • Theodor Kapnas (tónleikur)

 

Endamálið við íverksetanarstuðuli er at stuðla einstaka skapandi yrkislistafólkinum, serliga ungum listafólki. Íverksetanarstuðulin skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listaarbeiði. Stuðulin verður latin verkætlan, ið nevndin metir hevur listalig dygdareyðkenni. Íverksetanarstuðulin er DKK 75.000 árliga.

 

Umsøkjarar til íverksetanarstuðul vóru 19 í tali, og nevndin gjørdi av at lata 4 umsøkjarum íverksetanarstuðul fyri tilsamans DKK 300.000.

 

Hedvig Westerlund-Kapnas luttók ikki í viðgerðini av umsóknum til íverksetanarstuðul fyri 2026.

 

Starvslønir:

 

  1. Barbara í Gongini (12)
  2. Anna Katrin Ø. Egilstrøð (6)
  3. Kim Simonsen (6)
  4. Ingun Christensen (4)
  5. Doru á Torvlaðnum (3)
  6. Vár Samuelsen (3)
  7. Lena Nicolajsen (3)
  8. Guðrið Poulsen (3)
  9. Trygvi Danielsen (3)
  10. Alda Mohr Eyðunardóttir (3)
  11. Marianna Hoydal (3)
  12. Edvard Olsen (2)
  13. Kári Sverrisson (2)
  14. Jóhanna Maria (Ria) Tórgarð (2)
  15. Jógvan Joensen (2)
  16. Greta Svabo Bech (2)
  17. Beinir Bergsson (2)
  18. Tróndur Bogason Hansen (2)
  19. Jákup Sørensen (2)
  20. Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð (1)
  21. Dorit Hansen (1)
  22. Karin Kass (1)
  23. Beinir Troest Rasmussen (1)
  24. Silja Aldudóttir (1)
  25. Eyðfinn Bogason Lamhauge (1)
  26. Jasmin Mote (1)
  27. Súsanna Tórgarð (1)
  28. Helena Heinesen Rebensdorff (1)
  29. Dagfinn Olsen (1)
  30. Ári Berghamar Danielsen (1)
  31. Borgfríð Fonsdal Johannesen (1)
  32. Aksel Dánjalsson Remmel (1)
  33. Maria á Lakjuni Djurhuus (1)
  34. Súni Joensen (1)
  35. John Dam (1)
  36. Dan Helgi Helgason í Gong (1)
  37. Oddfríður Marni Rasmussen (1)
  38. Ole Wich (1)
  39. Anna Iachino (1)
  40. Anna Kristin Bæk (1)
  41. Arnold Ludvig (1)
  42. Páll Nolsøe (1)
  43. Janus Rasmussen (1)
  44. Heðin Ziska Davidsen (1)
  45. Maria Olsen (1)
  46. Andreas Tykjær Restorff (1)
  47. Jan Rúni Poulsen (1)
  48. Bergur Fonsdal Johannesen (1)
  49. Rannvá Guðrunardóttir Niclasen (1)
  50. Vár Bech Árting (1)
  51. Kristina Sørensen Ougaard (1)
  52. Birita Adela Davidsen (1)
  53. Marita S. Dalsgaard (1)
  54. Búi Rouch (1)
  55. Kjartan Hansen (1)
  56. Lasse Thorning Jæger (1)
  57. Rigmor Dam (1)
  58. Gunnvá Zachariasen (1)
  59. Jens L. Thomsen (1)
  60. Jón Aldará (1)
  61. Anný Djurhuus Øssursdóttir (1)