Løgreglan hevur nú í stuttum kunnað um ferðsluóhappið, sum hendi við brúnna um Streymin seint fyrrapartin.
Tað var um 11-tíðina í morgun, at tveir persónbilar stoyttu saman nærindis Magn-støðini og vegnum, sum gongur yvir á Norðskála.
Sjúkrabilar og átaksleiðarin í Sunda kommunu fingu beinanvegin boð um at fara á staðið, og løgreglan var eisini skjót á staðnum.
- Trý fólk vóru í hesum báðum bilunum, og tey vórðu øll flutt á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.
Spurdur um støðuna hjá teimum, sum vóru í bilnum, dugir vaktleiðarin ikki at siga, hvussu álvarsligir løstirnir eru.
- Bilarnir, sum vóru við í óhappinum, høvdu fingið so mikið av skaða, at teir kundu ikki koyrast av staðnum.
Vaktleiðarin sigur, at Tórshavnar kommuna tók sær av at fáa bilarnar burtur.
- Neyðugt var at steingja vegin eftir ferðsluóhappið, og umleið klokkan 13 kundi vegurin latast uppaftur, sigur vaktleiðarin.
Løgreglan veit í løtuni ikki, hvør orsøkin til ferðsluóhappið var - um hetta møguliga var eitt víkiskylduóhapp ella ei.
- Tað er einki, sum bendir á, at hálka var orsøkin, leggur vaktleiðarin aftrat.